Ársins húsið varð Valkyria hjá Týr og at taka ímóti prísinum vóru tvær dámur, sum boðaðu frá, at Týr vóru staddir í Florida – men teir takkaðu so fyri prísin via Satelit (sí mynd)
Jens Marne sang ein friðaligan rock sang (Every Blue Bird Needs To Fly) og ein sindur villari sang (Nothing Gonna Change My Love) í show’inum og megnaði hann tað sera væl og fekk fjøldina við sær.
Eftir hetta handaði Hans Jacob Hjelm prísin innan Rock/Málm/Jazz/Blues og Folk - og Ársins Sang vann Marius og Ársins Fløgu vann Týr við fløguni Valkyria. Og beint, sum eg siti og skrivi syngur Marius so fagurt í heimasíðuni hjá KVF (og sjálvandi "live" í NLH). Meira um hetta seinni.
JáH (y) 15.03.14