NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Samrøða við Erik Biskopstøð um Twisted Sister

12/3/2014

Comments

 
Picture
1. Hvussu ber tað til, at tit hava fingið eitt so mega kul navn sum Twisted Sister at koma til Summarfestivalin ..?

Okkara royndir, sum festivalfyriskipararar í 10 ár siga okkum, at føroyingar elska eitt gott og forførandi rock show á Vágsbøi, tí her eru bestu karmarnir viðv. Palli, ljóði og ljósi, sum tú kanst uppliva í Føroyum. Innan rock hava vit m.a. Havt The Scorpions, D-A-D og Týr áður, og tað hava fólk dámt sera væl. Tá ið tað kemur til Rock show, so fæst tað næstan ikki nógv betri enn Twisted Sister.

2. Kunna vit rokna við einum showið frá Twisted Sister, sum vil nakað ..? 

Ja, tað kunnu vit avgjørt, og tað hava vit eisini frætt frá føroyingum, sum hava uppliva Twisted Sister live. Teir siga, at teirra lívliga og orkufulla framførsla er nakað heilt serligt, og karismatiski frontsangarin er framúr góður undirhaldari og rocksangari. Ein skrivaði til okkum á fb: “Sá teir á Sweden Rock Festival 2012. Feit konsert, og Dee Snider syngur sum fyrsta dagin. Gleðið tykkum!”

3. Sangarin úr Twitsted Sister Dee Snider beskrivar bólkin sum eina blanding av Slade og Sex Pistols. Hvussu vilja tit á Summarfestivalinum beskriva Twisted Sisters ..? 

Vit vilja lýsa teir sum eitt av kendastu rock bólkunum frá 80-unum, og teir høvdu nøkur hitt, sum øll kenna. Annars so eru teir so kendir, at tað er ikki neyðugt hjá okkum at fortelja fyri fólki, hvørjir teir eru, tí øll kenna Twisted Sister.

4. Nú spælir tú sjálvur tónleik - hvussu oftað hevur tú ikki lurta til intro'ina hjá Twisted Sister's "We're Not Gonna Take It" ..? 

Eg var púra bergtikin av TS í 80-unum, og eg hugdi ofta eftir video'unum og ikki minst havi eg óteljandi ferðir spælt trummuintro'ina í We're Not Gonna Take It. Eg og Kristoffur Mørkøre høvdu eitt lítið Muppet Show barnatrummusett í 80-unum, og tá royndu vit mangan at spæla ta taktina.

5. Mong eru tey, sum vóna at klaksvíksbólkurin Dynamit aftur verður við í ár. Kunna vit rokna við tí ella kemur okkurt orkestur ístaðin ..? 

Tað er ein stórur møguleiki fyri, at Dynamit verður við í ár.

6. Hvat gleðir tú teg allermest sjálvur til á SF 2014 ..? 

Eg gleði meg altíð til heildina á festivalinum og at síggja gleðina í fólki, tá ið tey hugna sær saman við góðum vinum. Tað er alt ov sjálvdan, at man stendur á bønum, tá ið stóru konsertirnar eru, men eg kundi gott hugsað mær at verið á bønum, tá ið Twisted Sister fara at rocka.

JáH (y) 13/03-14


Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.