
Leygardagin verður ráðstevna um hoyriskaðar
Hóast ung fólk dagliga ganga við fartelefonum í lummanum og oyrabúffum í oyrunum og harvið kunnu hoyra tónleik í super góðari góðsku nær sum helst, hvar sum helst og so ofta teimum lystir, so ána vit ikki, hvussu støðan er við hoyrnini, ella hvønn veg tað gongur.
Men nú verður evnið tikið upp á ráðstevnuni ‘Ansa eftir hoyrnini – hon skal halda alt lívið’, sum verður hildin í samband við ársins Summarfestival.
Tað, sum eigur at fáa alarmklokkurnar at ringja, og sum ger hesa ráðstevnu sera viðkomandi, er ein altjóða kanning sum vísir, at fjórði(!) hvør ungur persónur gongur við einum skaða í hoyrnini orsaka av hørðum tónleiki beint inn í oyrini.
Fært tú tinnitus, so kanst tú fáa trupulleikar við svøvninum og alvorligar avbjóðingar við hoyrnini seinni í lívinum – og larmur er størsta orsøk til tinnitus.
Meðan ljóðkeldurnar fyri fáum árum síðani vóru fáar og við vánaligari ljóðgóðsku, so er støðan við nýggju mobiltøknini broytt fullkomiliga eftir stuttari tíð, og vit eru helst í ferð við at fáa eitt nýtt ættarlið av ungum fólkum við skaðum í hoyrnini.
Tað vísir ein kanning, sum er publiserað í Nature Scientific Reports (http://www.nature.com/articles/srep27109).
Jú, harðar konsertir og avspælarar beint inn í oyrini geva so mongum sum fjórða hvørjum ungum skaða í hoyrnina, vísir kanningin.
Fyrr vóru tað maskinrúm, flakavirkir og líknandi arbeispláss, sum vóru orsøk til skaðar í hoyrnini. Í dag fáa fólk skaðarnar í frítíðini. Til dømis hava flogskiparar í eini kanning sagt, at teir ikki fingu trupulleikarnar í hoyrnini av arbeiðinum, men av tí harða tónleikinum í oyrabúffunum, sum teir lurtaðu eftir í frítíðini.
Granskarar, sum eitt nú Susanne Nemholt, ið luttekur á Tinnitus ráðstevnuni í samband við Summarfestivalin í ár, eru sera áhugaði í Tinnitus, tí tað kann vera eitt tekin um ein skaða í hoyrnini, sum kann geva álvarsligar trupulleikar við hoyrnini seinni í lívinum.
WHO metir, at heili 1,1 milliard ung um allan heimin eru í vanda fyri at fáa skaðar í hoyrnina orsaka av skeivari nýtslu av hørðum tónleiki beint inn í oyrini.
Samstundis eru tað sera fá ung, sum fara til lækna, tá tey merkja okkurt í hoyrnini.
Hóast vit ikki hava nakra vitan um støðuna í Føroyum, so er tað eyðvitað, at neyðugt er við einum munadyggum innsatsi at fyribyrgja Tinnitus.
Júst fyribyrging verður eitt evni, sum Jutta Helgadóttir fer at tosa um á Tinnitus ráðstevnuni. Eisini seta Summarfestivalurin og Trygd fokus á hetta evnið við at bjóða út ókeypis hoyravernd til øll, sum koma á Summarfestivalin. Harumframt luttaka Susanne Nemholt, Cand. mag. í audiologopædi og Ph.d. granskari í Tinnitus og Bjarki Ellefsen, yvirlækni á hoyrna deildini á Landssjúkrahúsinum. Eisini verður frumframførsla av tónleikaverkinum The Relief eftir Eyðun Ranason Nolsøe og hugnaliga KaféNú við Hervør Eyðunsdóttir.
Ætlanin er eisini at stovna felag fyri Tinnitus rakt.
Tinnitus ráðstevnan ‘Ansa eftir hoyrnini – hon skal halda alt lívið’ byrjar kl. 14:00 í Spaniastovu í Klaksvík leygardagin tann 6. august.
Ráðstevnan er fyriskipað saman við Trygd, Hoyrnini, Pedagogfelagnum, Klaksvíkar kommunu og Summarfestivalinum.
Tað er ókeypis at luttaka og ráðstevnan er fyri øll áhugað.
Kelda: Summarfestivalurin