
Dagurin í gjár var sera góður, bæði hvat viðvíkur veðri, og hvat viðvíkur tónleiki. Highasakite høvdu eina stak góða framførðslu við tónleikinum á høgum støði, og tá onkur sangur var, sum fólki kendi, so sungu tey eisini við, men teir vóru bara ikki so nógvir.
Fyri mítt viðkomandi, so var Boyzlife konsertin klárt tann besta, fylgd av konsertini hjá 200 inni í teltinum. Hesar báar høvdu góðan tónleik, men eisini sangir sum fjøldin kendi og tí kundu syngja við. Vit fingu tíanverri ikki serliga nógv við av Sámali Ravnsfjall, hóast hann altíð er góður, og uttan iva, eisini var tað í gjárkvøldið.
Boyzlife megnaðu veruliga at fáa fjøldina upp á kók. Teir tóktust eisini minst líka glaðir og væl nøgdir fyri lurtandi fjøldina, sum fjøldin var fyri teir. Fólk dansaðu og sungu við, og hesa løtuna føldi man veruliga festival hýrin. Vónandi skifta veðurgudarnir meining í dag, so at vit eisini kunna fáa ein rýmuliga turran dag, nú vit fara í gongd við síðsta dagin av summarfestivalinum, men um ikki, so er bara at lata seg í eftir veðrinum. Góðan summarfestival víðari ..!