
Aftur í ár ber til at ogna sær snøggar troyggjur, sum eru gjørdur til Summar Festivalin. Í ár er tað Navia, sum hevur framleitt løttu troyggjurnar, ið fáast bæði til kvinnur og menn.
Troyggjan til kvinnur er at fáa í svørtum og hvítum og kostar 599 krónur.
Troyggjan til menn er at fáa í svørtum og ljósagráum og kostar 699 krónur.
Eisini fæst ein Summarfestival húgva í svørtum fyri 299 krónur.
Summarfestival troyggjurnar og húgvan eru at fáa í básinum hjá Navia á Summar Festivalinum. Básurin stendur við Norðoya Sparikassa oman móti tjaldøkinum.
Kelda: Summarfestivalurin