Uppskotið skuldi vera við til at fjølltátta ansingartilboðini, so familjur við skeivum arbeiðstíðum eisini fáa eitt hóskandi tilboð.
Les uppskotið her:
Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum gevur kommunum heimild at lata foreldrum peningin, sum barnaansingin kostar fyri kommununa, so foreldur
sjálvi fáa frælsi at velja ansing fyri síni børn.
Viðmerkingar
Barnaansing er í dag ein tænasta, sum allar kommunur bjóða sínum borgarum. Ein góð tænasta, tó ikki fyri øll. Tænastan er ikki gjørd til tey við “skeivum” arbeiðstíðum, t.v.s. arbeiði, sum ikki bara er gerandisdagar millum kl. 7 og 17.
Tænastan er ikki nøktandi fyri fólk, sum arbeiða á t.d. døgnstovnum. Nevnast kunnu sjúkrahús, røktarheim og onnur heim. Sama ger seg galdandi á fiskavirkjum, har fólk arbeiða tveyskiftisvaktir, har onnur hvør vika er kvøldarbeiði.
Tíðin er komin at gera frælsið størri og harvið tænastuna fyri øll. Tað kann gerast við at lata peningin fylgja barninum.
Tað er ymiskt, hvussu nógv barnaansing kostar í ymisku kommununum. Men fyri tær allar flestu er kostnaðurin millum 60.000 og 80.000 kr. um árið fyri hvørt barnið. Í miðal rinda kommurnar uml. 70.000 kr. um árið fyri hvørt barnið. Harumframt er foreldragjald. Tað er ymiskt frá kommunu til kommunu, men foreldur rinda uml. 20.000 kr. í foreldragjaldi um árið fyri hvørt barnið.
Tað merkir, at um foreldrini kundu rátt yvir peninginum, so høvdu tey uml. 90.000 kr. um árið fyri hvørt barnið.
Um foreldur fingu hesar 90.000 kr. at ráða yvir fyri hvørt barnið, kundu tey valt at keypt tænastuna frá kommunalu barnaansingini.
Eisini kundu námsfrøðingar og onnur stovnað privatar ansingarstovnar og bjóðað foreldrum ansingartænastu. Arbeiðspláss kundu bjóðað ansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum. Au-pair kundi eisini verið ein møguleiki. Annar møguleiki er eisini, at grannaløg kundu tikið seg saman og skiftst um ansing. Við 90.000 kr. um árið fyri hvørt barnið, kundi eisini hugsast, at summi foreldur kundu havt fíggjarligan møguleika at ansa sínum børnum heima.
Uppskotið leggur upp til, at kommunur fáa heimild at rinda ansingarkostnaðin til foreldur og geva teimum frælsi at velja ansing fyri sítt/síni børn. Um møguleikin verður har, er lítið at ivast í, at kommunur fara at brúka møguleikan og fáa nøgdar barnafamiljur at búseta seg í júst teirra kommunu. Eisini hevði tænastan tá verið fyri øll, eisini tey, sum arbeiða “skeivar” arbeiðstíðir.
Á Løgtingi, 25. oktober 2017
Jørgen Niclasen