Russiski forsetin varð sera glaður um, at hann bleiv valdur at umboða Russland í seks ár afturat. Einans Josef Stalin hevur sitið longri enn Putin.
JáH (y) 21.03.2018
Norðoya Portalurin
Nývaldi russiski forsetin, Vladimir Putin, vann so dyggiliga valið í Russlandi við 76 prosent av atkvøðunum. Russiski forsetin varð sera glaður um, at hann bleiv valdur at umboða Russland í seks ár afturat. Einans Josef Stalin hevur sitið longri enn Putin. JáH (y) 21.03.2018 Ímeðan sera mong menniskjur liva í fátækadømi í Russlandi - so svimur russiski forsetin Vladimir Putin í pengum og vælveru. Forbes roknar við, at russiski forsetin er góður fyri 500 milliardir krónir - har hann heima hjá sær sjálvur hevur swimmingpools og gull belagdar flísar. Sjálvur heldur Putin sítt privatlív frá fjølmiðlunum - tí hann vil ikki, at fólkini úr Russlandi - síggja hvat fyri luksuslív hann í veruleikanum livur. Nú hann verður valdur aftur - so verður hann forseti í Russlandi í seks ár afturat og har hevur hann lovað at hæðka um livistandardin hjá fólkunum í Russlandi, umframt at herurin skal vera enn sterkari enn áður. JáH (y) 20.03.2018
Hví hevur Mueller liði 13 harðar Demokratar, nakrar óreiðiligar Hillary fjepparar og ongar Republikanarar, spyr amerikanski forsetin á Twitter.
Hann skrivar eisini, at ein annar Demokratur er komin á liðið hjá Mueller. Heldur nakar at hetta er rættvíst, spyr Trump og álíkavæl so hendir onki, sigur forsetin at enda í Twitter. Í nakrar mánaðir nú - hevur Robert Mueller kannað viðurskiftini hjá forsetanum og amerikanskir borgarar byrja at ótolnar yvir Mueller kanningarnir. JáH (y) 20.03.2018
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hittir í morgin íslendska starvsbróður sín, Guðlaug Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra. Talan er um fyrsta stig í ætlaðari endurskoðan av Hoyvíkssáttmálanum, m.a. fyri at tryggja samljóð millum sáttmálan og løgtingslógina um fyrisiting av sjófeingi. Endamálið við fundinum í morgin er at leggja fram føroyskt ynski um at gera broytingar í sáttmálanum og viðgera, hvussu tilgongdin at laga til Hoyvíkssáttmálan skal skipast. “Búskaparliga grundarlagið í Íslandi og Føroyum er í stóran mun fiskivinna. Tað er tí natúrligt, at vit eru bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar í senn. Viðhvørt stinga støður seg upp, har vit ikki er samd. Men sum næstu grannatjóðir hava vit sjálvandi nógv felags áhugamál, ið vit hava samstarvað væl um,” sigur Poul Michelsen. Avbjóðingar eru í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland, bæði á handils- og fiskivinnuøkinum. Landsstýrismenninir Poul Michelsen og Høgni Hoydal kunnaðu fríggjamorgunin Løgtingsins uttanlandsnevnd um viðurskiftini millum londini og tær tilgongdir, sum ætlanin er at fara undir í næstum, bæði viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum og fyri at gera ein rammusáttmála um fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Ísland. JáH (y) 19.03.2018 Kelda: Løgtingið 18.03.2018 1. viðgerð um broyting í løgtingslóg um kringvarp fyritíðarpensjónistar javnsetast við fólkapensjónistar er til viðgerðar, men har er ongin Landsstýrisfólk til staðar og sjálvt ikki Landsstýriskvinnan í varar av málinum er heldur ikki í Løgtinginum. Stór skomm og Jógvan á Lakjuni helt at formansskapinum mátti taka málið upp, so at tað bleiv kravt, at Landssýrisfólk sum vara at teirra málum, skuldi vera til staðar í salinum, tá ið teirra mál er til viðgerðar. Júst nú er Kári P. Højgaard á røðarapallinum og hann tók uppaftur, at ongin Landsstýrisfólk eru til staðar og helt hann tað vera langt úti. Hetta er næstu dagur, at ongin Landsstýrisfólk eru til staðar. SáH Nýggja uppskotið hjá Miðflokkinum um at tað nú skal til fólkaatkvøðu, at tvey av sama kyni - virkar til at vera sera ímøtikomandi og ei heldur sum um, at flokkarnir veruliga vilja hava hetta mál á dagsskrá aftur - eftir at tað er gingin sera stutt tíð, at Tingið hevur sagt ja, at tvey av sama kyni sleppa at gifta seg. Les eisini: Sonja um fólkaatkvøðu um Hjúnarbandslógina (Video) Málið um at nú skal til Fólkaatkvøðu, at tvey av sama kyni - er enda hjá Rættarnevndini, áðrenn meira kann sigast um tað. Tað virkar í hvørtfall skeivt fyri undirritaði, at ein kann taka rættindi frá einum øðrum, tá ið ein minniluta bólkur í áravís hevur kempað fyri júst somu rættindum. Um hetta er ein bíligir mátur hjá Miðflokkinum, at skaffa sær enn fleiri stemmur til komandi Løgtingsval, skal eg ikki koma at siga - men tað virkar so. Hetta fer at standa sína sannroynd, tá ið atkvøðast skal um hetta í Tinginum einaferð. Og um tað nú einaferð skuldi enda til Fólkaatkvøðu og tey samkyndu vunnu sær aftur somu rættindi - jamen so skuldi Miðflokkurin nokk fingið sær okkurt annað at grenja um rættindi hjá samkyndum fólkum ..! JáH (y) 16.03.2018 Tað undraði ikki sørt at hoyra formann floksins alment boða frá, at Sjálvstýrið hevði fingið tilboð um møguliga at fara upp í sitandi samgongu, men tók ikki av. Tað, sum undrar, er, at eg sum nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag als ikki havi frætt nakað sum helst um hetta, tí mær vitandi hava vit í Suðurstreymoy einki ímóti at taka upp samráðingar um samgongu, um vit kunnu vinna nakað við tí, tvørturímóti! Sjálvstýrið er so illa fyri í Suðurstreymoy, at her er mestsum øskukalt. Og okkara fólkavaldu tykjast ikki vilja gera nakað sum helst fyri at bøta um tað. Tað er lítið hugaligt at royna at reka fyri flokkin, tá ið øll orka fer til at taða í Eysturoynni og í Norðuroyggjum. Hetta er hóast alt ein politiskur flokkur, ið bjóðar seg fram kring landið alt. Ein møguleiki hevði verið at roynt at fingið eitt dugnaligt landsstýrisumboð úr meginøkinum, um ikki annað, so fyri at royna at kveikja tær sjálvstýrisglóðir, ið enn ana her, og kanska fáa nakrar afturat. Eitt annað, ið er uppaftur verri, er, at løgtingsumboð floksins treyðugt lata varafólki løgtingssessin – av fullkomiliga ópolitiskum og ófatiligum ávum. Eg umhugsi álvarsliga mín limaskap í einasta politiska flokki, eg havi verið limur í í meira enn ein mansaldur. Skal flokkinum vera lív lagað, og skal hann hava nakra framtíð á jøvnum føti við aðrar politiskar flokkar, má leggjast á annan bógv, ongantíð ov skjótt. Samband við sitandi samgongu eigur at vera tikið upp beinanvegin, um tað veruliga er soleiðis, sum formaður floksins greiddi frá í farnu viku. Annars vænti eg, at elsti politiski flokkur í landinum fer skjótt at syngja sín svanasong. Hans J. Hermansen, Nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag |
Greinar
April 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |