Les eisini: Sonja um fólkaatkvøðu um Hjúnarbandslógina (Video)
Málið um at nú skal til Fólkaatkvøðu, at tvey av sama kyni - er enda hjá Rættarnevndini, áðrenn meira kann sigast um tað. Tað virkar í hvørtfall skeivt fyri undirritaði, at ein kann taka rættindi frá einum øðrum, tá ið ein minniluta bólkur í áravís hevur kempað fyri júst somu rættindum.
Um hetta er ein bíligir mátur hjá Miðflokkinum, at skaffa sær enn fleiri stemmur til komandi Løgtingsval, skal eg ikki koma at siga - men tað virkar so. Hetta fer at standa sína sannroynd, tá ið atkvøðast skal um hetta í Tinginum einaferð. Og um tað nú einaferð skuldi enda til Fólkaatkvøðu og tey samkyndu vunnu sær aftur somu rættindi - jamen so skuldi Miðflokkurin nokk fingið sær okkurt annað at grenja um rættindi hjá samkyndum fólkum ..!
JáH (y) 16.03.2018