Men tá ið talan varð um at Borgarstjóri í Klaksvík skuldi hava somu møguleikar, sum Borgarstjórarnir í Runavík og Havn - so vóru heili átta ímóti og einans trý fyri, at Jógvan Skorheim kundi røkja báðar sessir - júst so gott sum hinir Borgarstjórarnir kunna.
Og hetta er onki annað enn eitt politiskt samskipa spæl & øvundsjúku av Klaksvíkar Kommunu - tí ikki skal nakar billa undirritað inn, at ikki ber til at røkja báðar sessir - tá ið so mong onnur megna tað, sosum Kommunulæknar, Politistar osv...
Undirritað tekur hattin av fyri Borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, at hann valdi Borgarstjórasessin framum Løgtingið - tí tað vísur bert enn eina ferð - hvussu stóran kærleikan hann hevur fyri Klaksvíkini og eisini hvussu stórt arbeiðið hann hevði kunna framt fyri Klaksvík, um hann eisini slapp at vera tingmaður.
Hetta er sostatt ØVUNDSJÚKA - tá ið hon er best í Klaksvík og endiliga má ein ikki hava nakað meira enn nakar annar.
JáH (y) 15.09.2015