Donald Trump segði herfyri, at hann um varð valdur sum forseti í Amerika, so fór hann at gera eitt muslim-forboð í Amerika, har ongin muslimur slapp at koma til teirra land - fyrr enn hann hevði funnið útav, hvat í veruleikanum hendir í Amerika.
Les eisini: Trump sleppur møguliga ikki til Bretland aftur !!!
Hetta hevur so IS brúkt í einari video, har teir royna at fáa nýggj ung fólk í teirra terrorist-bólk. Og so skal eisini sigast, at bretar taka nú støðu á Tinginum, um Trump yvirhøvur skal sleppa at koma til Onglands - grundað av hansara útsøgnum um muslimar.
Les eisini: Donald Trump heldur at USA skal banna muslimar at koma hagar!
Hóast Donald Trump kemur við ógvusligum útsøgnum, so førir maðurin í Amerika fyri Tjóðveldi og sær tað heldur ikki mætari út enn at hann fer at enda, sum valevni hjá teimum, tá ið Forsetavalið skal vera í november í ár.
JáH (y) 08.01.2016