Fiskiríkidømi hevur altíð svomið runt hesar oyggjar, men í øldir varð bert viðfáningur fingin til høldar. Tað er bert hálv onnur øld síðani, at menn løgdu meira fyri í royndini at fáa størri virðið í fiskiskapin. Undir Føroyum byrjaði henda roynd av álvara fyri bert hálvari øld síðan.
Tað var øllum frítt at fiska, líka inntil politikarar settu reglar um hvat, hvussu og hvør kundi fiska.
Gjøgnum hesa tíð hava fiskimenn og útgerðarmenn lagt nógv fyri. Undir ringum umstøðum hava hesi kempa ólíðiligan kamp á bátadekki fyri at vinna til lívsins uppihald hjá bæði familju og landi.
Gjøgnum tíðirnar er mangur endaður við meini. Allahalgannadag minnast vit tær mongu vátu gravirnar. Húsagangir hava rikið familjur frá húsi og heimi. Úthaldnið, dugnaskapur og treystið hjá hesum mongu gjørdi fiskiskapin til veruligt ríkidømi. Tað eru fáir menn, ið hava fingist við fisk og skip, sum eru farnir ríkir av foldum, niðurslitnir og møddir.
Tað virðið, sum fiskiloyvið hava, eru skapt av vinnuni - og ongum øðrum. Men tá fiski- og útgerðarmenn fáa vinning úr sínum yrki, skulu teir sjálvandi rinda part av hesum til vælferðarsamfelagið. Soleiðis er tað, og soleiðis eigur tað at vera.
Tjóðveldi sigur, at hetta er ósatt. Bringubrøtt við nøsini upp í loft, billa tey fólkið inn, at tað eru tey og bara tey, sum hava forert fiskimonnum og útgerðarmonnum hetta ríkidømi. Tey niðurgera fiski- og útgerðarmenn og karakteramyrða tey, ið ditta sær at muta ímóti.
Eg má siga sum Magnus Rasmussen, eg skilji ikki frekvensin, ið Tjóðveldi samskiftir á. Men at talan er um áhaldandi óljóð á neyðfrekvensinum er nokk lítið at ivast í.
Eg farið at ráða Tjóðveldinum til at seta seg í samband við fjarskiftiseftirlitið og útvega sær ein annan frekvens, so vit kunnu samskifta á virðiligan og veruligan hátt.
Jóhan Eli Poulsen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin