Seinasta dømi er dokumentarurin, sum lýsti so væl familjuna, aftaná at heilaskaði rakti. Akutta viðgerðin gekk væl, men uppfylgingin var alt ov stirvin og mangulfull. Tíverri er hatta ikki eitt eindømi.
Gjøgnum seinastu mongu árini hava vit sæð líknandi dømi.
Tí mugu vit hyggja inneftir og spyrja okkum sjálvi, hvat vit gera rætt, hvat vit gera skeivt, og hvat vit mangla at gera ? Tað skylda vit teimum, sum liva við støðuni og leggja sítt lív fram fyri almenninginin í neyðini. Tað ábyrgdina mugu vit taka á okkum. Nú!
Eg havi ikki øll svør, men kann vísa á, at meðan vit sótu raðfestu vit endurvenjingina í øllum sjúkrahúsverkinum. Á KS bleiv serligt endurvenjingartilboð sett í verk til fólk við heilaskaða. Tilboðið er enn virkið og eisini raðfest av hesi samgonguni. Afturat hesum settu vit pening av til at gera serliga endurmenningarstøð í gulu læknahúsunum. Tekning var klár stutt undan valinum, men kostnaðarmetingin helt ikki í mun til tað, sum var avsett. Har kann man so gera nakað við at taka tað ætlanina fram aftur og eftirmeta hana.
Á SS blivu eisini nýggj endurvenjingartilboð ment umframt vanliga virksemið. Hesi eru eisini raðfest av hesi samgonguni. Og á LS er endurvenjingin eisini raðfest. Men hvat hjálpir hetta teimum, sum sita við hús og ikki fáa tað hjálp, teimum tørvar?
Er tað nakað galið í mátanum, vit skipa okkum uppá ? Ja, uttan iva. Alt er splitta sundur í geirar og tess fleiri geirar hava ábyrgd, tess fleiri støð kunnu fólk detta niður millum. Tað eiga vit eisini at hyggja uppá. Hví skal eitt øki sum endurvenjing verða býtt sundur á land, kommunur og almannaverk ? Og hví er alt býtt upp eftir diagnosum og aldursmørkum ? Tað mugu vit hyggja eftir og tora at broyta. Tað er sami borgari vit tosa um.
Seinastu árini er heilsuverkið raðfest munandi. Og tað hevur eisini verið neyðugt. Men fyri borgaran hevur tað eins stóran týdning, at tænasturnar í almannaverkinum fylgja við. Tað hava skiftandi landsstýrisfólk víst á og stríðst fyri, men tað hevur verið nógv truplari at fáa pening til Almannaverkið enn til heilsuverkið. Har kunnu vit eisini gera nakað. Bæði í mun til fígging og í samband við at sígga sjúkrahúsverkið og almannaverkið sum eina samanrunna eind fyri borgaran.
Tað, at eldrarøktin er kommunal, er eisini ein avbjóðing í hesum, m.a. tí at tænasturnar eru so ymiskar kring landið, og fólk undir 67 eru komin í álvarsama klemmu. Tað má broytast.
Eg hugsi eisini nógv um, hvussu vit betri fáa tryggja okkum, at peningurin kemur út til borgaran sum tænasta.
Og hvussu vit hjálpa børnunum!
Tá ið sjúkrahúsætlanin bleiv gjørd, var eitt av tilmælunum, at ein sálarfrøðilig eind skuldi vera í sjúkrahúsverkinum. Har skuldi vera sálarfrøðingar, sum kundu taka hond um sjúklingar og familjur í kreppustøðum, sum tað ofta er, tá ið álvarsom sjúka rakar. Áðrenn eg fór frá fekk sjúkrahúsverkið eina játtan til at seta skjøtul á tað arbeiðið. Onki frættist aftur. Tað arbeiði kann eisini fáast at virka. Tað hevði verið ein bati.
Vit í Tjóðveldi eru tilreiðar at stuðla øllum átøkum, sum kunnu bøta um støðuna. Hetta er nakað, vit eiga at standa saman um, tí hetta er okkara felags ábyrgd. Vit kunnu byrja við at fáa talulæruna at virka, at raðfesta Almannaverkið við stuðlum og dagtilboðum o.ø. og vit kunnu saman endavenda allari skipanini. Tí okkurt er galið, tá ið vit sum so ríkt land ikki hava megnað hesa týdningarmiklu uppgávu fyri okkara borgarar.
Hesi neyðarrópini mugu ikki fara óhoyrd framvið
Sirið Stenberg - Tjóðveldi