"Nýggi sáttmálin við Serlæknafelagið er eitt veruligt frambrot. Hetta er fyrstu ferð, at Fíggjarmálaráðið og felagið hjá serlæknunum gera ein sáttmála. Søguligi sáttmálin tryggjar, at Føroyar gerast kappingarførar, tá umræður at fáa fleiri læknar í Føroyum. Vit hava í nógv ár havt eina ósmidliga og ótíðarhóskandi skipan, sum ikki í nóg stóran mun hevur kveikt hugin hjá serlæknum at flyta til Føroya. Eg vænti, at nýggi sáttmálin fer at gera tað lættari at fáa fleiri serlæknar til Føroya," sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Les meira HER
Kelda: Løgtingið