Gjaldið til heilsutrygd og barsilsgrunn hækkar. Tinglýsingin hækkar og við tí verður uppaftur tyngri at seta búgv. Gjaldið til samhaldsfasta hækkar. Avgjaldið á bensin og diesel hækkar.
Kringsvarpsgjaldið verður lagt í skattin fyri at taka meir pengar inn til almenna nýtslu. Hendan umlegging rakar serliga hart stórar familjur.
Vegskatturin hækkar og rakar hetta eisini ungu barnafamiljurnar, sum hava keypt sær størri bil fyri at hava pláss fyri børnum, barnavogni o.ø. tí familjur við børnum hava ofta meir viðføri.
Øll, sum arbeiða í útlandinum verða skattaði har tey arbeiða, og nú ætlar samgongan at skatta hesi í Føroyum eisini. Hetta merkir stóra skattahækking til lág- og miðallønt, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, timburmenn og elektrikarar.
Samdøgursfrádrátturin verður eisini avtikin. Hetta merkir munandi skattahækking til tey, sum sigla við norskum fiskiskipum
Lyftisbrot
Avgjøldini og skatturin hjá samgonguni raka øll lág og miðallønt, pensionistin, einliga forsyrgjaran og fólk í fátækraváða, summi meir og onnur minni. Sera ússaligt og vánaligt og vit kunnu kalla tað lyftisbrot, tá vit minnast aftur á valstríðið og gyltu vallyftini hjá sitandi samgongu.
Rokningin til vinnuna
Rokningin frá samgonguni til vinnuna fer í størstan mun í Eysturoynna, Norðoyggjar og Suðuroynna, tí vinnan er í størstan mun samlað her. Tí verða tað hesi økini sum skulu rinda størsta partin av rokningini frá sitandi samgongu. Kommunurnar har koma við hesum inntrivi at missa inntøkur. Vit kunnu tí siga, at ístaðin fyri at spræna pening javnt og solidariskt út í hvønn krók í landinum, so fer samgongan nú ístaðin út í hvønn krók í landinum eftir meir peningi.
Hægsta miðalinntøkan
Samlað sæð kunnu vit siga, at økið við hægstu miðalinntøkuni pr. persón rindar minst til rokningina frá samgonguni. Her er langt frá lyftunum um eitt meir solidariskt og rættvísari samfelag. Her er langt frá orðum til veruleika.
Høvuðslinjan er, at vinnan skal rinda meir. Rokningin fyri vallyftini eru send vinnuni.
Tað er góður sosialistiskur politikkur at halda vinnuni niðri á knøunum við skattum og avgjøldum. Lítið er tað vert um hønan, sum verpir gulleggini verður dripin í skatti og avgjøldum og ikki megnar at verpa fleiri gullegg.
Tá verður enn minni eftir, eisini til Palliba og Marsannu.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna.