Päivi Räsänen, ein finskur politikari, hevur ta meining, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu. Hetta hevur hon borið fram alment í ymiskum samanhangum. Millum annað hevur hon siterað úr Rómverjabrævinum kap. 1, í samband við at fólkakirkjan í Finnlandi stuðlaði “Helsinki Pride”. Hetta bleiv ein av trimum orsøkum til, at finski ríkisadvokaturin legði sak ímóti Päivi fyri “haturstalu ímóti samkyndum”.
Tað er ræðandi, at ein kvinna sum Päivi blívur ákærd fyri haturstalu, tá hon á erligan og siðiligan hátt greiðir frá sínum sjónarmiðum. Hennara útsagnir botna á ongan hátt í hatri. Hetta málið gruggar spælireglurnar í demokratiska vesturheiminum, tí tað kann ikki vera rætt, at vit saksøkja tey, sum vit eru ósamd við.
Nú dómur er feldur í rættarmálinum er gleðin stór. Päivi vann rættarmálið. Hetta er ikki bara ein persónligur sigur fyri Päivi, men ein stórur sigur fyri talufrælsi í Skandinavia og í vesturheiminum.
Latið okkum ongantíð taka talufrælsi fyri givið.
Kelda: https://idag.no/nyheter/verden/kun-pa-nett/na-har-dommen-falt/19.39105
Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin