Frá álíkandi keldum er høvuðsorsøkin tann, at hon góðtekur ikki at fyrrverandi Fólkaflokskvinnan Annika Olsen er á sama lista sum hon.
Formaðurin Høgni Hoydal kunnu velja ímillum hana ella Annika Olsen og Høgni valdi Fólkaflokkin framum Tjóðveldi, tiskil missir Norðoyggjar eina kvinnu, sum altíð hevur tikið Norðoyggjar fremst, nú hon hevur sitið í Løgtinginum í 3 ár, men tað hóskaði sjálvandi ikki formanninum í Tjóveldinum Høgna Hoydal og tískil bleiv Havnin vald framum Klaksvík enn einaferð. Øll vita vit, hvat hendi við Heina O. Heinesen á sinni og søgan hevur nú endurtikið seg enn einaferð.
Beinta Løwe fekk 301 atkvøður til seinasta Løgtingsval og gjørdist toppskorarin hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum og bleiv nummar fimm á listanum hjá Tjóðveldinum og frammanfyri so stór nøvn sum Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Magna Arge, Katrin Kallsberg og fleiri, men sum sagt so bleiv hon vrakað til framanfyri Anniku Olsen.
Kringvarp Føroya visti sjálvandi eisini hvat orsøkin var til, hví Beinta Løwe ikki fór á listan hjá Tjóðveldisflokkinum, men líkt KVF, sum øll vita, er ein óheftir tíðindamiðil í Føroyum, vil KVF sjálvandi ikki upplýsa Føroya fólki at tað er ein stór uppgerð í Tjóðveldisflokkinum júst í løtuni, bæði við formanninum Høgna Hoydal, sum gongur aftur til hvørt val og at Tjóðveldi er ein flokkur fyri Tórshavn og ikki fyri útjaðaran í Føroyum, men eitt er vist, vit í Norðoyggjum hava mist eina lokala rødd á Løgtinginum og tað er ikki gott fyri Norðoyggjar.
SáH
Her grein hjá Kringvarp Føroyar, um uppgerðina í Tjóðveldisflokkinum og so kunnu tit øll gera tykkara gitingar, klikk link her... https://kvf.fo/greinar/2022/11/15/beinta-lowe-ikki-valevnislistanum