
Í samband við dag og viku í gjárkvøldið, var hugaliga greitt frá, at nú hevði landsstýriskvinnan verið í samband við Sp/f Norðhús, og nú skuldi byggjast. Mann fekk tað fatan, at undirritaða í sjálvdrátti saman við formanninum í stýrinum fyri Bústaðir avgjørdi, at nú skuldi Sp/f Norðhús byggja sambýlir við ongum skili, og øll stóðu púrasta sum kánus.
Veruleikin er hann, at aftaná at lógin um Húsalánsgrunnin bleiv samtykt, har Bústaði fekk møguleika fyri eini lániheimild uppá umleið 1/2 milliard at byggja bústaðir fyri, eru fleiri fyritøkur áhugaðar í at samstarva við Bústaðir, byggja íbúðir, eisini til fólk við serligum tørvi, lukkutíð.
Ein av hesum fyritøkunum er Sp/f Norðhús í Klaksvík, sum setti seg í samband við landsstýriskvinnuna. Undirritaða vísti teimum til Bústaðir, soleiðis sum eg eigi at gera. Hetta fyri at halda seg til rætta komandovegin. Tí tað eru Bústaðir, sum skulu standa fyri bygging og tað eru teir, sum hava fingið hesa lániheimild uppá 450 milliónir.
11. okt. var eg á einum av regluligum fundunum við Bústaðir. Ein góður og positivur fundur har vit sum vanligt er, umrøddu ymiskar verkætlanir, hvat var í gongd, og hvørjar verkætlanir eru í stoypiskeiðini. Á fundinum greiddi eg teimum frá, at Sp/f Norðhús hevði sett seg í samband við undirritaðu við tí í hyggju at samstarva við Bústaðir. Teir vóru áhugaðir í at byggja vanligar íbúðir og eisini bústaðir til serligar málbólkar. Undirritaða greiddi víðari frá á fundinum, at eg hevði biðið Sp/f Norðhús sett seg í samband við Bústaðir, við atliti til røttu mannagongd.
Á fundinum var eisini umrøtt, um Sp/f Norðhús, skuldi byggja búfelagsskap til fólk við serligum avbjóðingum.
Niðurstøðan var, at Bústaðir skuldi fara at kanna málið víðari, um hetta kundi verið áhugavert.
Vit hoyra dag og dagliga um ovurhonds longu bíðilistarnar hjá Almannaverkinum, og at tað gongur ov seint við at byggja til fólk við serligum avbjóðingum. Og sjálvandi setir Bústaðir seg í samband við Almannaverkið fyri at spyrja seg fyri, tá tað júst er Almannaverkið, sum kennir langa bíðilistan. At tað so í løtuni ikki er aktuelt at byggja til júst henda málbólkin, ja so handlar mann harfrá.
Undirritaða roynir alla tíðina at fáa gongd í bygging. Og er tað eydnast á fleiri økjum. Men eg ætli mær ikki at steðga her. Og sum eg so oftani havi sagt alment, so er mín áhugi, at tað verður bygt kring alt landið.
Tá tað kemur til Barnabústovnar, so er onki avgjørt enn, men tað eru ymiskir møguleikar umrøddir, sjálvandi.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Landsstýriskvinna í Almannamálaráðnum