May vann við 200 stemmum - ímóti teim 117, sum vóru ímóti henni.
Og tað merkir so eisini, at ein triðingur av hennara egna flokki - hevur stemmað ímóti henni og eitt nú siga onkrir politikarar í Parlamentinum, at hetta átti forsætisráðharrin tikið í álvara og lagt frá sær.
May sjálv er fegin um úrslitið og sigur, at nú kann arbeiðast víðari við Brexit avtaluni og møguliga eisini fáa eina enn betri avtalu í lag við ES. Um tað so fer at eydnast henni - nú hennara egni flokkur, so at siga hevur vent henni bakið - er so ein heilt annar spurningur.
JáH (y) 13.12.2018