Løgmaður Kaj Leo Holm Jóhannesen hevur nú verið frammi alment og sagt sína hugsan um, hvussu okkara heilsuverk skal skipast í framtíðini. Hann sigur, at vit skulu hava eina leiðslu til tey trí sjúkrahúsini. Hann sigur eisini, at politikarar nú skulu halda fingrarnar burtur frá heilsuverkinum. Vit skulu setast uttanfyri alla ávirkan, hvussu heilsuverkið skal skipast. Hesum skal serkunnleikin finna útav, tí politikarar eru ikki førir fyri tí heldur løgmaður.
Serfrøðin
Hoyri oftari og oftari, at politikkarar ikki skulu taka avgerðir. Trúði, at grundarsteinurin í demokratinum júst var, at tað var fólkið í landinum, sum gjøgnum politikkarar tóku avgerðir fyri land og fólk.
Serfrøðingar eru neyðugur eisini fyri politikkarar, men avgerðirnar taka politikkarar. Sjálvt rættarskipanin brúkar vanliga fólkið í nevningatingið til at taka truplar sakir.
Kundi spurt, Hvussu við fiskivinnupolitikkinum? Skulu politikarnir eisini halda fingrarnar burtur her ? eru teir førir fyri hesum?
Hvussu við landbúnaði, skúlaverki og rúsdrekkapolitikki ?
Skal serkunnleikin innanfyri hesi økini taka avgerðirnar. Skulu politikarnir bara setast út á eitt síðuspor her eisini, tí teir ikki hava skil fyri landbúnaði og skúlaskapi osv.
Ein kundi blivi við, men tað liggur heilt fast, at politikarnir eru valdir til at taka avgerðir, sum tæna heildini. Serfrøðin skal altíð hoyrast og verður eisini hoyrd. Men gloymið ikki, tað eru politikarnir, sum taka avgerðirnar. Tað eru vit vald til. Tað er okkara ábyrgd.
Serfrøðin ofta ósamd
Eins og politikkarar, so eru serfrøðingar sanniliga eisini ósamdir. Um talan er um sakførarar, búskaparfrøðingar, fiskifrøðingar, læknar ella aðrar serfrøðingar, so eru hesi ymisk á máli.
Vit politikkarar skulu lurta eftir teirra ymsu sjónarmiðum og so taka tað støðu, sum tænir heildini best. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fingið til uppgávu at finna útav, hvat virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsi. Løgmaður hevur sjálvur undirskrivað samgonguskjalið, har tað stendur skrivað at støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi. Um hansara einasta uppskot er ein leiðsla, verður tað als ikki góðtikið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur.