Eingin skal ivast í, at Sambandsflokkurin hevur verið sera spentur upp á hetta málið og hevur roynt á ymiskan hátt at fingið tað á breddan. Vit hava fýlst á handfaringina av málinum og eisini, at tað gongur alt ov seint fyri seg. Tí var tað við áhuga, at eg setti meg at lurta í útvarpinum á middeg í dag (15/5), tá tíðindi vóru at frætta um Novo Nordisk málið.
Í tíðindunum var m.a. hetta at frætta:
· at tað er einki ítøkiligt í tilboðnum frá Novo Nordisk grunninum til Heilsu- og Innlendismálaráðið um eitt samstarv um diabetesviðgerð í Føroyum
· Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur havt fund við politisku flokkarnar fyri at fáa eina niðurstøðu í málinum
· Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur at tey nú eru við at enda hetta málið
Eftir tíðindasendingina sat eg við einari løgnari kenslu.
Altso, einki ítøkiligt er í tilboðnum, og nú skal niðurstøða gerast í málinum og so verður málið endað.
Tað er eyðsæð, at áðrenn ein niðurstøða kann verða gjørd um eitt tilboð, so mugu tey, sum gera niðurstøðuna vita, hvat er í tilboðnum. Alt annað er meinings- og ábyrgdarleyst.
Her má saðlast um. Heilsu- og Innlendismálaráðið má taka upp samband við Novo Nordisk grunnin beinanvegin fyri, í fyrsta lagi at finna út av, um tilboðið enn er galdandi og í øðrum lagi at finna út av, hvat er í tilboðnum.
At fara at gera eina niðurstøðu um eitt tilboð, har einki íøkiligt er í, tað ljóðar mær so løgið, at eg havi ikki orð fyri tí.
Tað kann heldur ikki vera rætt, at eftir eitt heilt ár, so veit eingin, hvat tilboðið inniheldur.
Magnus Rasmussen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin