
Bústaðir hava eisini bíða eftir at sleppa í gongd aftur við at byggja og tað sleppa tey nú. Tey hava fingið eina lániheimild uppá 450 milliónir krónur, sum tey nú kunnu byggja fjølbroyttar bústaðir fyri.
Úr rúgvuni annars kann eisini nevnast, at pensjónistar hava fingið meir at liva fyri, umframt at fleiri sambýlir, heim og deplar til fólk við serligum tørvi fara at lata upp.
Vit eru komin langt, men enn eru vit ikki komin á mál.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum