Longu í fyrstu lógargrein í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016, er ásett, at “sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús”.
Tí er tað fyri tað fyrsta í stríð við galdandi lóggávu, um landsumsitingin nú ætlar at broyta nøvnini á sjúkrahúsunum í Føroyum.
Hesar ætlanir eiga tí at verða sleptar beinanvegin, og fari eg sum løgtingslimur eisini at krevja av landsstýrismanninum, at henda navnabroyting verður slept.
Navnið er sjálvur samleikin
Tað er alment kent frá gamlari tí, at tað navn, sum verður givið ein persóni, felagskapi ella stovni, hevur alstóran týdning fyri og er ein inngrógvin partur av samleikanum hjá viðkomandi.
Hetta kenna vit frá okkara dagligdegi, hvussu stóran týdning tað hevur at minnast og virða nøvn teirra, sum vit kenna, møta og samstarva við.
Sama síggja vit úr søgu mannaættarinnar, at tá ið ein kongur hertók eitt fólk, so kundi ein partur av hertøkuni vera, at kongur gav teimum hertiknu nýggj nøvn – hetta fyri at undirstrika, at nú vóru viðkomandi persónar ikki longur teir somu og teirra egnu. Nei við nýggja navninum vísti kongurin, at nú vóru hesi hansara ogn.
Hetta var kenslan, eg fekk, tá ið eg hoyrdi um ætlanirnar hjá landsumsitingini at broyta nøvnini á okkara aldargomlu sjúkrahúsum við at útskriva eina navnakapping, og fyri at siga sum er, so dámar mær hetta als ikki, og eg komi sum løgtingslimur heldur ikki at góðtaka hesar ætlanir.
Fyri tað fyrsta so er hetta, sum nevnt, í stríð við lóggávuna, og fyri tað annað er hetta eisini ein háttur at taka burtur tann aldargamla identitet ella samleika, sum liggur í navninum: “Klaksvíkar Sjúkrahús”.
Tí skal Klaksvíkar Sjúkrahús ikki missa sítt navn, tí harvið fer tað eisini at missa ein týðandi part av sínum samleika, og tað verður ikki góðtikið.
Eg skal tí við hesum heita staðiliga á landsstýrismannin í heilsumálum um beinanvegin at steðga hesum ætlanunum hjá landsumsitingini um at taka verandi, aldargomlu nøvn frá okkara trimum sjúkrahúsum, hvørs nøvn og sjálvstøðugi samleiki er vardur av galdandi lóg.
Klaksvík, 22. mai 2020
Jákup Mikkelsen
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin