Spurningurin er settur sum ein fyrispurningur á Føroya Løgtingi.
Setti spurningurin er soljóðandi:
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Húsarhaldsskúli Føroya
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin sær í Løgtingið at dagføra lógina um Húsarhaldsskúla Føroya beinanvegin á Ólavsøku?
2. Nær verður spakin settur í til nýggja Húsarhaldsskúlan?
Viðmerkingar:
Tann 25. mai 2022 spurdi eg landsstýrismannin, hví spakin ikki enn var settur í til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Landstýrismaðurin svaraði, at ein høvuðsorsøk var, at verkætlanin var blivin dýrari enn mett, og sum var lagt upp til í galdandi heimildarlóg um studningslán til at byggja skúlan.
Nú verður ikki bíðað eftir Bústøðum ella Klaksvíkar kommunu, men eftir Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Sum skilst snýr tað seg um 3,4 mió. kr. í løtuni fyri at fáa sett gongd á byggingina; ein meirkostnaður, sum er íkomin av bíðing og tillagingum.
Tí vil eg nú aftur - næstan ein mánaða seinni - spyrja landsstýrismannin, um hann hevur gjørt nakað ítøkiligt fyri at broyta galdandi heimildarlóg skjótast gjørligt, so farast kann í gongd. � �Tað verður uttan iva eitt ómetaliga tungt afturstig fyri skúlan, um skúlabyggingin aftur nú – eftir 16 ára royndir og bíðing – skal útsetast enn einaferð. Tað er stórur tørvur á skúlanum, tí til komandi skeið hevur Húsarhaldsskúli Føroya fingið 65 umsóknir, men pláss er einans fyri 21 næmingum.
Vit eru ein matvørutjóð, har matgerð úr okkara rávøru fær størri og størri virðing runt um í heiminum. Tí er hesin skúlin, sum hevur prógvað sítt virði og tilverugrundarlag nú í skjótt hálva øld, sera umráðandi fyri okkara framtíðarinntøkur.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Fólkaflokkurin