Serkønisgranskarin Robert Mueller sigst, at hava gjørt eina avtalu við Manafort, sum saktans kann vera við til - at fella núverandi forseta, Donald J. Trump.
Einasta kravi hjá Manafort varð, at familjan hjá honum fekk tryggar umstøður at liva í - og at fólk skula minnast til hví hann fór so langt, sum hann nú einaferð gjørdi innan bankasvik og ólógligan peningaflutning.
Hann risikerar at fáa ein fongsulsstraff uppá 10 - 20 ár sum nú er - og áhugavert er at hugsað um tað, at hann nú hevur játtað seg sekan - fer at gera tað, at hansara dómur fellur til onkis og at tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri Trump.
Donald J. Trump hevur onki sagt enn á Twitter um Manafort - men hevur fyri stuttari tíð síðani róst Manafort fyri hansara atburð í rættinum. Um Trump enn fer at rósa Manafort - ivast man í ..!
JáH (y) 15.09.2018