Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.
Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.
Umsóknarblað fæst teldutøkt á heimasíðuni hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum og kann útfyllast og útskrivast beinleiðis av heimasíðuni. Til ber eisini at fáa umsóknarblað frá kommununum og føroysku viðskiftastovunum. Sí umsóknarblaðið her
Á umsóknarblaðnum skal tann lesandi eitt nú upplýsa heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðið. Tað er ikki longur neyðugt við váttan frá útbúgvingarstaðnum.
Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin. Heitt verður á tey lesandi, sum búgva uttanlands, um longu nú at søkja um at koma á vallistan til komandi løgtingsval.
Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku á vallista av veljarum. Landsfólkayvirlitið førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.
Lesandi uttanlands kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.
Lesandi uttanlands greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, t.d. sendistovur og donsk fólkayvirlit. Tað er eisini møguligt at greiða brævatkvøðu á einum fólkayvirliti í Føroyum.
Kelda: www.himr.fo