Í Danmark fært tú tilboð fyri at kannað teg fyri lang og endatarmskrabbamein tá ið tú ert omanfyri 50 og til 74 ár.
Sjálvur fekk eg tilboðið og tað var sera ómakaleyst, fekk ein brævbjálva við tilfarið í, gekk eftir vegleiðingini, sendi brævbjálvan avstað aftur og 2-3 dagar aftur fekk eg mítt úrslit.
Nú fíggjarlógin verður viðgjørd í nærmastu framtíð, so vil eg heita á flokkarnar at vit eisini í Føroyum fara at kannað øll omanfyri 50+ fyri lang og endatarmskrabbamein.
Vit nýtast ikki at seta eina nevnd til tað, tosað við sjúkrahúsverkið í Danmark og so fáa tit alt teirra tilfari frá teimum og so er klárt at fara í gongd í Føroyum, man nýtist ikki altíð at finna upp á loysnir, tá ið loysnin er gjørd í Danmark.
Bara seinastu ferð eg var í Føroyum doyði 3 fólk, sum eg kenni av krabbamein í tarminum og ein suðuroyingur, sum var komin til svimjikapping í Klaksvík og sum er eitt ár eldri enn eg, upplýstið mær, at hann eisini hevði fingið endatarmskrabbamein.
Í Danmark fáa 5.000 fólk krabbamein í lang og endatarminum um árið, umroknað vit tað til føroyskt viðurskiftir, so fáa umleið 50 føroyingar lang og endatarmskrabbamein um árið og tey flestu eru omanfyri 50 ár.
Hendan kanningin kann bjarga lívum, tí koma hesu fólkini til skjóta viðgerð, so kunnu tey bjargast. Snarkanningarmannagongdina kunnu tit seta á breddan beinanvegin í samstarv við danska sjúkrahúsverkið og so kunnu vit yvirtaka kanningarnar tá ið vit eru upplærd til tað.
Vil heita á øll, sum eru omanfyri 50+ og sum hava sjúkraeykennir at lata seg kannað, tit kunnu lesa alt á vegleiðingini, klikk mynd herundir.
Her ein vegleiðing frá Region Midtjylland, hvussu man skal fyrihalda seg við kanningini, klikk link her: https://www.sst.dk/da/udgivelser/2016/~/media/3CF2065A4BAE44D4920197025D265DA5.ashx
Símun á Høvdanum