
Á heimasíðuni hjá Landsverk stendur skrivað, at arbeiðið verður liðugt tann 25. november, men undirritaði hevur tosað við ymisk fólk, sum siga frá, at arbeiðið hjá J & K Petersen ivaleyst ikki verður liðugt fyrr enn til jólar.
Alt gott um tað, tí undirritaði varð eisini við til, at gera tað soleiðis, at rørini hjá Bakkafrost loksins sluppu ígjøgnum tunnilin og hevði tað málið gingið eitt sindur skjótari, so varð arbeiðið sikkurt langt síðani liðugt. Men so skuldi ikki vera ... men gleðiligt er tað álíkavæl, at Bakkafrost sleppur at føra sína fyritøku har hon bygt, tí hvør veit um tað ikki eisini vera at dryppa eitt sindur á "deknin" ..?
Og tað er ikki bert tunnilin, sum skal gerast - tí fyrr ella seinni, so má Landsverk taka seg saman og fara í holt við at asvaltera vegin frá tunnilin til Kunoyar bygd, tí har er (mær vitandi) ongantíð asvaltera og bert hevur verið talan um bókstaviliga talt "lappa loysnir" frá Landsverka'sa síðu. Tað slítur uppá sinni, at vit úr Kunoy ikki vera tikin fyri fult av Landsverki - men tó eru vit at gjalda, at Landsverk sleppur at byggja land - sjálvt um tey onki byggja fyri okkum, sum her búgva.

Vit hava fingið lova ferð eftir ferð, at nú skal tað vera - men enn er ikki hent ein skid og ein er við at missa tolið. Tað vísur seg, at okkara Landspolitikara onki gott vilja teim, sum búgva úti á bygd - tí har hava stemmurnar vælsaktans onki at siga, tá talan er um okursprís av undirsjóvatunnelum, sum vera tiknar frammum trygdina hjá fólkið, sum dagliga ferðast yvirum "DEYÐSFELLUNA" hvønn dag.
Tískil hevur undirritað sent hesar spurningar til Landsverk og til landsmannin í Samferðslumálum:
1. Nær kann roknast við, at arbeiðið verður liðugt hjá J & K Petersen við Kunoyar Tunnil ..?
2. Hevur Landsverk boða Føroya Tele frá, at seta framm kaðlar ígjøgnum Kunoyar Tunnil, so at vit úr Kunoy sleppa at hoyra ÚF ímeðan vit koyra ígjøgnum tunnilin ..?
3. Meiri og meiri fólk renna ígjøgnum tunnilin og tískil so loyvir undirritaði sær eisini at spyrja - um tað yvirhøvur er loyvið, at renna ígjøgnum Kunoyar tunnil, tá ið hesin tunnil er einvegis og sera illa merktur ..?
4. Nær er Landsverk at taka byrgingina yvirum til Haraldssund í álvara og gera nakað við hana ..? Undirritaði veit, at projekteringin kostar 35 milliónir krónir - men er tað veruliga so livandi galið, at Landið hugsar meiri um pening enn um lív ..?
5. Nær fara tit at asvaltera vegin úr tunnilin til Kunoyar bygd ..? Vegurin er sera nógv slitin og absalutt ikki tíðarhóskandi. Hetta kann bara gerast betri frá Landsins síðu og undirritaði skilur ikki, hví fólk úti á bygd allatíðina skula traðkast á.
Tá ið hetta er sagt, at veit undirritaði fullvæl av, at peningur skal vera settur til síðus fyri at onkur fyritøka ella Landsverk sjálvt, skal fara í holt við arbeiðið. Men tíðin er langt fráliðin og absalutt nakað, sum tit frá Landsins síðu ella frá Landsverki - hava havt tíðiligt av tíð at gera betri.
Við vón um skjótt aftursvar
Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu