· Eg eri í starvi hjá Bakkafrost-samtakinum, sum samanlagt telur umleið 900 starvsfólk
· Talan er um eitt starv, har eg havi ábyrgd av KT-økinum hjá Bakkafrost
· Eg er ikki partur av leiðslutoyminum fyri samtakið
· Eg fái ongar fyrimunir í starvinum aðrar enn teir, sum øll onnur vanlig starvsfólk í samtakinum fáa
Við støði í hesum havi eg higartil mett meg at vera gegnigan at viðgera mál hjá Bakkafrost sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð. Heldur eingin býráðslimur hevur nakrantíð gjørt meg varugan við, at tey hava aðra hugsan um hesi viðurskifti. Her skal eisini havast í huga, at hetta mál varð stovnað fyri gott 1 ½ árum síðan í mars mánað 2017, og síðani tá hevur verið aktuelt í býráðsarbeiðnum fleiri ferðir.
Tí undrar og harmar tað meg, at tað nú – í miðlunum – eru býráðslimir, sum eg dagliga samstarvi við í býráðsarbeiðnum, sum higartil einki hava sagt, men sum nú hava eina greiða og sterka meining um, at eg eri ógegnigur í mun til mál hjá Bakkafrost.
Sambært fyrisitingarlógini § 3, stk. 1, nr. 3, krevst fyri at gerast ógegnigur, at tú annaðhvørt ert í leiðsluni í einum felag ella – fram um onnur starvsfólk – hevur serstakt tilknýti til felagið. Hetta havi eg ikki.
Sum nevnt er her talan um eitt samtak, sum telur umleið 900 starvsfólk, og har ein týðandi partur av føroysku arbeiðsmegini tískil arbeiðir. Grundað á hetta og grundað, at eg sum nevnt hvørki eri í leiðslutoyminum ella havi tilknýti til samtakið fram um onnur vanlig starvsfólk, havi eg samsvarandi § 3, stk. 1, nr. 3, í fyrisitingarlógini mett meg at vera gegnigan sum býráðslim í Klaksvíkar býráð at viðgera mál hjá Bakkafrost.
Við hesum vóni eg at hava svarað nøktandi upp á fyrispurningar viðvíkjandi gegni mínum sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð at viðgera mál, sum hava við Bakkafrost-samtakið at gera.
Klaksvík, 8. oktober 2018
Kristian Eli Zachariassen
Býráðslimur í Klaksvíkar býráð