
Um eina góða viku, so skalt tú geva tína atkvøðu og sum flest øllum kunnugt, so kann valið fara nógvar vegir ...
Í Klaksvík er tað ein spurningur um, hvør av hesum flokkum fer at fáa sítt fólk inn og her er talan um: Nýtt Sjálvstýri, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Men tað verður hart hjá Sambandsflokkinum at fáa ein mann inn hesa ferð, tá ið bert ein maður stendur uppstillaður, so kanska verður tað bert talan um - at tveir flokkar fara at royna at yvirtala hvønn annan. Spurningurin er so um Steinbjørn O. Jacobsen (Tjóðveldi) vil vera Borgmeistari, Gunvá við Keldu (Fólkaflokkurin) vil royna seg aftur ella um klaksvíksingar fara at halda seg til tann sama, Jógvan Skorheim sum Borgmeistara ..`? Fólkaflokkurin fer sikkurt, at gera tað teir kunna og ikki enda uttanfyri aftur í ár og fyri at tað skal henda, so vera teir noyddir at vinna sær yvirlutan í Býráðnum - sum telur 11 tinglimir.
Men hvussu verður so við Havnini ..?
Í Havn er nokk ongin ivi um, at Heðin Mortensen fer at fáa nógvar stemmur - men spurningurin er sjálvandi um hann megnar at vera verandi á toppinum, tí mong eru valevnini, sum vilja sleppa at fella Kongin hesaferð. Annika Olsen (Fólkaflokkurin) er ein teirra og Jógvan Arge (Tjóðveldi) er eisini ein teirra. Eitt er tað, hvat fólkið velur og vil hava, men annað er hvussu flokkarnir samansjóva seg aftaná Kommunuvalið tann 8. november. Fara flokkarnir Fólkaflokkurin og Tjóðveldi sláa seg saman og tippa pinninum hjá Javnaðarflokkinum ..? Ella fer tað at enda við tí sama sum seinast ..?
Vit á Norðoya Portali fara sjálvandi at gera meira burturúr Kommunuvalinum enn áður gjørt og spyrja fólk eftir, hvat fyri broyting tey høvdu ynskt varð framd í framtíðini. Gleð teg.
JáH (y) 30.10.2016