
Jógvan á Lakjuni varð harðliga ímóti, at Hjúnarbands-lógin verður broytt og vildi als ikki vera við til, at tey samkyndu yvirhøvur skuldi sleppa at gifta seg - tí sjálvur meinti hann, at tað bara fór at føra við sær, at tey síðan sluppu at gifta seg í kirkjum eisini.
Hanna Jensen meinti hinvegin, at tey samkyndu skuldu hava somu rættindi sum onnur hava í Føroyum og at tey skuldu sleppa at gifta seg Borgarliga. Hon førdi framm, at tað varð uppgávan hjá Løgtinginum, at minnilutin í Samfelaginum eisini fekk somu rættindi sum vit onnur mangan taka fyri givið.
Verturin Bogi Godtfred dugdi sera væl at vera inhabilur og sjálvt um kjakið kundi tykjast at vera í so harðliga til tíðir, so dugdi hann sera væl at seta spurningar til bæði Hannu og Jógvan, sum vóru totalt óeinig í kjakinum.
Men hvat heldur tú, mín góði lesari ..? Skula samkynd sleppa at gifta seg Borgarliga ella ikki ..?
JáH (y) 01.03.2016