Hann er 114. hægstarættardómari í Amerika og avloysir sostatt Anthony M. Kennedy.
53 ára gamli Brett Kavanaugh hevur verið sera nógv frammi í teim amerikonsku fjølmiðlunum - har hann er blivin ákærdir fyri at hava gjørt seg inn á eina 15 ára gamla gentu, tá ið hann sjálvur varð 17 ára gamal.
FBI hevur gjørt kanningar av Kavanaugh - men ongin prógv eru funnin, at hann skal hava gjørt seg inn á Dr. Christinu Blasey Ford og tískil so góðtók senatið Brett Kavanaugh, sum Hægstarættardómara, sum forrestin er eitt lívstíð starv í Amerika.
Mong fóru á mótmælisgongu - eftir at tað varð blivi greitt, at Kavanaugh nú varð tikin í eið í Hægstarættinum og spennandi er tað nú - hvat fyri ávirkan hetta nú fer at fáa fyri demokratarnir í miðvalinum.
JáH (y) 08.10.2018