Átaluvert at ongin er á fremsta bonki
Enn einaferð átalar Jógvan á Lakjuni, at ongin av Landsstýrisfólkunum eru til staðar, tá ið tingfundur er.
Hetta segði hann eisini ígjár og tá var heldur ongin á fremsta bonki og helt hann hetta vera ein vanviring fyri okkara høga ting.
Katrin Kallsberg upplýsti, at tvey av Landsstýrisfólkunum vóru uttanlanda, men tað góðtók Jógvan á Lakjuni slett ikki undir við.
Tey eiga at vera her og tey hava onki at gera uttanlands, tá ið Tingi arbeiðir uppá hendan mátan.
SáH