Jógvan bróður er ikki sum hinu, hann gongur sínar egnu leiðir og hesaferð hevur hann stillað upp fyri Nýtt Sjálvstýrið.
Sjálvandi fær hann eisini pláss á Maverick Barr og í Klaksvíkar Timburhandli. Hann hevur jú verið ein av okkara heilt góðu arbeiðsmonnum og hansara partur hevur ikki ligið eftir, at bygt, bæði Maverick Barr og Klaksvíkar Timburhandil upp.
Sjálvir hava vit Norðoya Portalin saman í løtuni, har hann teknar tær tiltiknu SS tekningar og tann 5. juli vóru omanfyri 43.000, sum høvdu klikka seg inn á NP og tað er fantastisk gott klára, takka hansara innsats.
Ja, nú verður tað torført hjá Høvdasfamiljuni at velja, men vónandi fær bróður eitt super gott val. Hann hevði verið ein góður maður at fingið inn á Ting, tí tá hevði tað heilt sikkurt hent nakað nýtt á Føroya Løgtingið.
SáH