
Tú kennir hann kanska frá DR1 sjónvarpsrøðunum “Fuckr med dn hjerne” ella “Manipulator”, har han hypnotiserar og fremur sálafrøðiliga manipulatión við gestirnar. Nú hevur tú møguleika at síggja og uppliva hansara undirhaldandi, upplýsandi og heilavillandi framførslu ”Fuckr med Færøerne”.
Um framførsluna sigur Jan Hellesøe:
“Tað verður ein framførsla har eg fortelji persónligar søgur og upplivingar, men mest av øllum, er tað ein framførsla sum er undirhaldandi og serstøk. Áskoðarin skal fara frá framførsluni við eini undurfullari kenslu í sinninum."
Í síni framførslu fær Jan Hellesøe brúk fyri hjálp á pallinum frá áskoðarum, men ongum nýtist at stúra.
“Eg fái sjálvandi brúk fyri hjálp frá áskoðarunum, men tit kunnu vera heilt rólig. Eg kann siga við vissu, at hevur man ikki hug at koma á pallin, verður man ikki noyddur.”
Gleð teg til eina ógloymandi, gátuføra og útspekuleraða uppliving, við nýggja showinum, Fuckr med Færøerne.
Sí meira, og keyp atgongumerki https://www.nlh.fo/fo?event=9334/jan-hellesoee-fuckr-med-faeroeerne