Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um hvørji fólk skulu hava bústað í nýggja sambýlinum fyri sálarsjúk, sum verður bygt í Havn, settur Anniku Olsen, landsstýris¬kvinnu (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Verða tað tey fólkini, sum í dag búgva á Psykiatriska Deplinum, sum skulu fáa fast búpláss á nýggja sambýlinum í Havn?
Viðmerkingar
Í áratíggju hava vit sum samfelag ikki megnað at útvegað teimum sálarsjúku, sum eru fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum, egnan bústað. Hetta man vera ringa sam¬vitskan hjá allari politisku skipanini. Tí var tað sera gleðiligt, tá ið samtykt varð at byggja sambýlið, sum var tilætlað júst hesum menniskjum.
Tí undrar tað ikki sørt, tá ið landsstýriskvinnan í almannamálum í miðlunum vísir á, at tað ikki er víst, at tey fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum fáa framíhjá rættindi til búpláss á sambýlinum, og opnar upp fyri, at onnur fólk møguliga kunnu fáa pláss.
Tá ið Løgtingið samtykti at byggja sambýli í Havn til fólk við sálarsjúku, var tað við tí í hyggju at útvega teimum fólkum, sum í áravís hava verið fastbúgvandi á Psykiatri¬ska Deplinum eitt varandi heim.
Tey sálarsjkúku fólkini, sum búgva á Psykiatriska Deplinum, hava verið við sviðusoð í samfelagnum. Loksins tykist ætlanin at útvega hesum fólkum eitt bútilboð vera komin í fasta legu. Tí undrar tað stórliga, og man ikki kennast sørt ørkymlandi fyri tey fólk, tað rakar, tá ið landsstýriskvinnan nú í tólvta tíma setir spurnartekin við, hvør skal hava búplássini á sambýlinum.
Tí verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni at svara skrivliga fyri at fáa greiðu á, um trygd kann fáast fyri, um tey fastbúgvandi fólkini á Psykiatriska deplinum, nú endiliga fáa sítt egna heim- ella ikki.
Tjóðveldi
Á Løgtingi, 27. februar 2014
Sirið Stenberg