Spurningurin er so - um Landið fer at bera allar tær eyka útreiðslurnar, sum hesar streykur føra við sær. Undirritaði torir sjálandi ikki, at koma við nøkrum nágreiniligum tølum - men ásannar tað, at hetta verður dýrt fyri samfelagið í sær sjálvum.
Men hvar finst loysnin - er loysnin at finna hjá hesari smølu samgonguni ella hjá flokkunum, sum eru í andsøgn ..? Eitt er so púra vist og tað er, at henda loysnin kemur at kosta Landinum og Kommunum kring alt Føroya land - og síðsti prikkur er ikki lagdur í hesum heldur fløkta spælið.
14 onnur fakfeløg standa nú um boði at fara at streyka um teirra lønarviðskiftir og nær næsta streykan verður - er ilt at spáa um. Men sikkurt er tað best, at skunda sær at streyka - tí tað byrjar nú at minkað í Landskassanum og Kommunukassanum.
JáH (y) 14.01.2018