
Í Danmark er loysnin ljóðmúrar ella ljóðhegn, kanska tann loysnin eisini kann brúkast í Føroyum?
Mítt uppskot til Klaksvíkar Kommunu og landsstýrismannin í vinnu- og umhvørvismálum Magnus Rasmussen er, at vit gera eina eina roynd við Norðhavnini, har vit seta ein ljóðmúr ella ljóðhegn runt alt økið, Norðhavnin er ikki so stór og kundi verið eitt royndarøkið fyri alt Føroyar viðvíkjandi larmi frá skipum og sum liggja við bryggjukantin.
Veit ikki hvat kostnaðurin verður, men har kundi landi og Klaksvíkar Kommuna deilt útreiðslurnar, nú ein landsvegur eisini gongur ígjøgnum økið.
Her ein heimasíða, sum hevur eina góða vegleiðing um ljóð í Danmark, “Støjgener der kommer udefra”.
Hevur Klaksvíkar Kommuna ikki ráð at senda fólk niður til Danmarkar fyri at kannað hvussu danskarnir gera, so kann eg gera tað fyri kommununa, nú eg eri staddur í Djúrslandi teir næstu mánaðir.
Símun á Høvdanum