Sitið í trivnaðarnevndini fyri børn og ung, trivnaðarnevndini fyri eldri og búðstaðir og er nógv komið av skafti í báðum nevndum, við byggjan av nýggjum skúla, lækking av gjaldinum til barnaansing, byggjan av vardum íbúðum av ymsum slagi, tað seinasta er byggingin á sandinum hjá Búðstøðum, sum er sera spennandi verkætlan, við tað at hettar eru leiguíbúðir, sum so nógv mangla í Klaksvík. Haldi at vit her mugu halda fram við at byggja nakrar íbúðir, sum ungfólk og einlig hava ráð at búgva í.
Á eldraøkinum, sum er yvirtikið frá landinum nýðliga er eisini nógv nýtt og spennandi at tríva í, so sum vardar íbúðir og batar á heimahjálpini, sum nú fer í holt við at náttarvakt fer runt har tað tørvar heima hjá eldri og óhjálpnum á náttartíð.
Triðja nevndin, sum eg siti í er Havnanevndini, har kundi hent nógv meira, eitt er at Kommunan má útvega sær nýtt øki at taka grót úr, tað er als ikki nøktandi at borgarar okkara mugu langa leið eftir gróti. Kann man ikki einast um eitt nýtt grótbrot, so má man í hvussu er sum kommuna keypa grót inn til at selja víðari. Síðan er tað víðari útbygging av Norðhavnini, sum er hart tiltrongd, byggjan av havnaskrivstovu og so bátabrúgvaøki, har samtykt er at gera stórar broytingar. Í Svínoy er ein skrái gjørdur, sum ger tað lættari at fáa bilar til og frá oynni. Í Klaksvík er brúgvin ímillum Kósavirkið og KKS samanbundin.
Sum einasta umboð, sum býr á Kalsoynni, vileg ynskja Húsa Kommunu vælkomnari í Klaksvíkar Kommu og vóni eg at tey verð eins væl nøgd og vit í norðaru helt við samanleggingina. Kann nevna at í hesum skeiðinum er Kópakonan uppsett, eitt megnar tiltak hjá sjómannadegnum, sum við góðari hjálp frá Klaksvíkar Kommuni, privatfólki og visit Kalsoy, er tað stóra ferðamáli í løtuni. Húsið við vøllin er liðugt og kappin er ávegis sum skýli, Søgnin um Marjunarhav er í gerð, ognirnar hjá kommununi eru málaðar, vatngoymslan er nógv batna, nú kjógvarkelda er komin uppí og ábøtur á kirkjugarðin o.a.
við heilsan
Herfrí Sørensen, býráðslimur og valevni fólkafloksins