Reint út sagt hølvaði hann Tjóðveldi og Framsókn av og spurdi fleiri ferðir, um Kristina Háfoss hevur sett Hendrik Old uppá pláss viðvíkandi hansara Landsstýrismannaøkjum og eisini um Hendrik Old var settur uppá pláss viðvíkjandi uppskotinum um tunnil til Hvalba og so kom hann inn á hansara uppskot til samtyktar, at tunnil til Fámjins verður boðin út og gjørdur í sambandi við gerð av tunli millum Hvalba og Trongisvág.
Hann bleiv við at vera hvassorðaður og heilsaði Paula Trónd Petersen úr Tjóðveldi, at har fór ongin loysing at vera í hesari samgonguni og pengarnar sum eru settur í grunn, als ikki skulu brúkast til loysingina.
Tíðin er komin, at Tingfólk úr Tjóðveldinum og Framsókn góvust við at niðurgera Javnaðarfólk og ágangurin skuldi haldast uppat umgangandi, tí tað er undir alt lágmark.
Heðin var sera harmur um støðuna og ilskaðist inn á samgonguna, hví hon ikki fekk steðga hesari niðurgerð og spurdi var leiðslan var í hesum sambandinum.
Nakrar viðmerkingar vóru og Kristin Michelsen helt røðuna vera sera góða hjá Heðini, men besta viðmerkingina kom frá Anitu á Fríðriksmørk og hon forstóð einki av, at Heðin var so illur og hon føldi seg vera álopin aftanífrá av honum.
Tað má sigast, at har er reint út sagt einki skil á samgonguni ella rættari sagt Løgtinginum. Fremsta rekkja er tóm næstan hvønn dag, har Landsstýrisfólk ikki tíma at møta upp til viðgerðirnar á Løgtingunum, so best hevði verið við einum nývalið skjótast gjørligt, tí sum støðan er nú, so er ongin leiðsla og samgongumenn eru næstan farnir til hendurs.
SáH