Les eisini: Fyrispurning til Løgtingið !!!
Svarið tykist at vera tað sama og tað er, at henda spurning (ella spurningar) eigur Høgni Hoydal at svara uppá - og enn havi eg also onki svar fingið frá honum og tað tykist mær ógvuliga løgið, at ein ikki eingong vil svara tær aftur. Hvat er tað, sum Høgni Hoydal er bangin fyri at svara - ella er tað tí, at hann ikki kann svara ..?
Les eisini: Svar frá Løgtinginum: Tú eigur at spyrja Høgna ..!
Tað eru kanska fleiri við mær, sum meta at vit áttu at gjørt sum Ísland, har tey hava bannlýst henda ófriðarbólk og undan Valið, so bleiv eisini lovað, at so skuldi vera. Nærum hvør politikari tók undir við mær, tá ið eg stillaði upp fyri Nýtt Sjálvstýri og nú ein tíðin er gingið - tykist tað sum um, at tað bert eru nakrir fáir føroyingar, sum kempa ein kamp ímóti Sea Shepherd. Eg kundi saktans latið sum luft og vent hin vangan til, men faktist so haldi eg, at vit føroyingar hava verið ivaleysa nokk húðflongdir av felagsskapinum og nú er also tíð uppá, at vit taka fyrsta stig og lóggeva tað soleiðis, at S.S. flotin ikki sleppur á føroyskt sjóøkið fyri at gera ónáðir. Og gera S.S. ferðafólk ónáðir, so skal tað eisini vera soleiðis - at tey vera tveitt úr Føroya landið fyri at gera júst tað. Hetta kundi væl lata seg gera - sí bert greinina, sum Annika Olsen skrivaði uppundir valið niðanfyri her:
Les greinina hjá Anniku her: Í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Sheperd
Og tað varð ikki bert Annika Olsen, sum tosaði fyri at banna Sea Shepherd - nei, ein og hvør politikari uppundir Løgtingsvalið - lovaði fyri mær, at vóru tey vald inn á Løgting, so skuldu tey so sanniliga eisini hyggja nærri at hesum spurningum.
Og sjálvur teknaði eg yvir 100 Anti Sea Shepherd tekningar ífjør - har eg vildi vísa á, at vit føroyingar saktans kundu geva Sea Shepherd ein kamp - um so skuldi vera. Grindafundurin á Fólkatinginum vísti eisini á, at júst í hesum - so stuðlar Danmark eisini okkum. So ja, eg bíði spentir eftir svarið sum eg fekk lova undir Løgtingsvalið og vónandi so er onkur har, sum lesur hetta og tekur hetta upp, tí tað kann simpulten ikki passa, at okkara Landsins valdu longu hava gloymt - hvat í tey hava lova ..!
Og bara sum tit vita tað - so gevist eg sku' ikki fyrr ein broyting er komin !!!
JáH (y) 06.01.2016