Bólkurin hevði sín fyrsta fund 13. februar í ár, og 10 fundir eru settir á skrá fram til í oktober í ár. Talan er um eina endurskoðan og ikki ein reform. Tað vil siga, at grundstruktururin við einari skipan, breytaskipan, valskipan, próvtøkuskipan og námsætlanum skal varðveitast, men bólkurin skal kanna, hvat virkar á teimum trimum økjunum – bygnaðinum, lærugreinunum og próvtøkunum – og hvat kundi virka betri.
Í bólkinum sita: Sámal í Skorini, fyri MMR (formaður), Helga Foldbo fyri Próvstovuna, Bogi Bech Jensen fyri leiðsluna í Glasir, Páll Isholm fyri leiðsluna í Miðnámi á Kambsdali, Kári Jespersen fyri Yrkisfelagið Miðnám, Hanna Ziskason fyri leiðsluna á Tøknibreytini, Eyðun Leo fyri leiðsluna á Tilfeingisbreytini, Guðrið Eriksdóttir Johansen fyri Lærararáðið í Suðuroy, Súsan K. Gregoriussen fyri Lærararáðið í Handilsskúlanum, Sámal Matras Kristiansen fyri Lærararáðið í Hoydølum, Kristinbjørg Høgnesen fyri Lærararáðið í Vestmanna, Bergmann Finnsson fyri Lærararáðið á Kambdsdali, Gunnhild Dahl Niclassen fyri Lærararáðið í Klaksvík og Nikolina Olsen, álitisfólk.
1. oktober skal bólkurin handa eitt hugskotskatalog við møguligum justeringum til landsstýriskvinnuna at taka støðu til.
MYNDIN: Felagsmynd av pisum í Hoydølum í 2015.
JáH (y) 22.02.2017
Kelda: Løgtingið