
Uppskot eigur at leggjast fyri Løgtingið, har Ladsstýrismaðurin leggur fyri Løgtingið løgtingsuppskot til samtyktar fyri alla umsitingina í Føroyum og reglur, sum setir karmar og mannagongdir í sambandi við at áseta mest loyvdu umsiting í høvuðstaðnum og áseta hvussu nógv umsiting skal leggjast út til útjaðaran.
Desentralisering av Føroyum nú:
1) 50% av umsitingini kann vera í Tórshavnar Kommunu og 50% skal vera í útjaðarnum.
2) Hvørjir stovnar og hvussu nógv arbeiðsfólk skulu flytast beinanvegin.
3) Endamálið við æltanini og hvørji atlit skulu takast, tá desentarlisering fer fram ultimo 2017 og frameftir.
4) Lønarviðurskiftir, har mest loyvda lønin fyri ein aðalstjóa, ikki má fara uppum 40.000,00 kr. írokna viðbøtur og eftirløn og at sami persónir bert hevur loyvið til eina løn og ikki hevur loyvið at sita í almennum nevndum. Verður tað gjørt, so skal nevndarlønin trekkjast av teimum 40.000,00 krónunum.
5) Reglur, sum verður brúkt sum grundarlag undir áseting av mest loyvdu umsiting, her verður tonkt uppá, at vit bert eru 50.000 fólk, so kvotur mugu setast á, hvussu nógv almen fólk skulu arbeiða á hvørjum stovni.
6) Mannagongdir fyri ráðgeving o.a.
7) Hølisviðurskiftir, um bygningar skulu keypast, leigast ella byggjast.
8) Tíðin har desentralisering skal vera liðug. Málið skal vera 2020.
Eftir 2020 er ikki loyvt at hava meira almenna umsiting í høvuðstaðnum enn 50 prosent av allari landsins umsiting. Hetta uppskotið fer at gera, at vit fáa einari fjølbroyttari Føroyar og Fólksins ogn verður fyri allar Føroyar og ikki sum nú bert Tórshavnar Kommunu, har 70 prosent av skattakrónum, avgjøldum, mvg, blokkurin, uppskipan osv. osv. enda í høvuðsstaðnum.
Danmark er í holt við líknandi tiltøk júst nú og hetta fer at gera, at landi blivur meira javnaðari og nú er útjaðarin byrjaður so smátt at koma fyri seg aftur og fólk eru byrjaði at seta búgv aftur í útjaðarnum og at borgarnir í útjaðarnum eru tættari uppá Landins mynduleikar nú.
Lars Løkke Rasmussen arbeiðir hart fyri at flyta túsundvís av almennari umsitingini frá Keypmannahavn og út til útjaðaran. Hetta fer at gagna øllum landinum, sigur Lars Løkke, lat okkum gera tað sama.
Símun á Høvdanum