Kristin Michelsen hevur eisini boða Løgmanni frá, at hann fer at taka støðu sjálvur - hvat hann velur og ikki fer hann at stuðla Samgonguni.
Anita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldinum segði við KVF, at tað er líka frætt, at tað verður skrivað út nýval - um samgongan ikki stendur betri enn hon ger nú í løtuni.
Formaðurin hjá Sambandsflokkinum, Bárður á Stein Nielsen heldur eisini, at tað er tíð uppá, at skrivað verður út nýval. Um Bárður - so vilja Andstøðuflokkarnir gjarna hava tað - at tað verður skrivað út Nýval sum skjótast.
Føroya Løgmaður, Aksel V. Johannesen er tó ógvuliga friðaligur og sigur ikki nógv við fjølmiðlarnir í løtuni og sikkurt eru tað mong, sum gjarna vildu tað, at hann segði eitt sindur meira um tingini - enn hvat hann ger í løtuni.
Tað hevur verið strævið hjá Samgonguni, at halda um endan - og spurningurin er kanska - hvussu leingi Samgongan megnar at halda um endan afturat ..!
JáH (y) 21.03.2018