Á nýggjárinum, tann 1. januar 2024, verður farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið frá donskum myndugleikum. Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.
Í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum, er nýggj farsóttarnevnd sett. Í farsóttarlógini er ásett, at farsóttarnevndin er manna við seks føstum limum umframt trimum limum, sum landsstýriskvinnan velur. Føstu limirnir í farsóttarnevndini eru fútin, stjórin í Fólkaheilsustýrinum, landslæknin, stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, landsdjóralæknin og stjórin á TAKS.
Fyrsti fundur hjá nýggju farsóttarnevndini var í gjár, har nevndin skipaði seg. Michael Boolsen, fúti, er formaður í farsóttarnevndini.
Føstu limirnir í nevndini eru:
Michael Boolsen, fúti
Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum
Lars Fodgaard Møller, landslækni
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Birna Mørkøre, landsdjóralækni
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS
Limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur valt:
Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum
Gunnvá Guttesen, varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir um handfaringina av alment vandamiklum og samfelagskritiskum sjúkum.
Á myndini niðanfyri frá vinstru: Birna Mørkøre, Lars Fodgaard Møller, Bárður Enni, Eyðun Mørkøre, Margit Stórá, Bjarni á Steig, Eyðun Christiansen, Michael Boolsen og Turid Arge.
Heilsumálaráðið