Og tað eru nógvir pengar at heintað - um tú so sleppur í Landspolitikk, tí har virkar tað sum um, at tey somu vilja sleppa inn aftur og inn aftur. Har tað eisini mangan eru tey somu, sum vera valda á fólkunum.
Her flýgur mánaðarlønin hjá tær lættiliga uppá tær 50.000,00 krónirnar, umframt at tú koyrir gratis og tosar frítt í telefon. Aðrir "good-will" er heilt sikkurt eisini har, tí mangan verið farið út at eta, sum Landið eisini má gjalda fyri. Arbeiðstíðirnar eru nú slett ikki galnar hjá einum Løgtingsmanni - har feria er við løn og heilt stutt, so nýtist tú ikki eingong at møta upp til fundar, sum vit eisini hava sæð tí seinastu tíðina. Fantastiskt, hah ..?
Í onkrum kommunum tjenar Borgarstjórin eisini sera nógv og har skal heldur ikki nógv til, at viðkomandi persónar vera valdir inn. Og hvat skal ein Borgarstjóri so gera ..? Um hann/hon hava nóg gott fólk aftanfyri seg, so nýtist Borgarstjórin faktist ikki at gera ein skid - uttan at vera ein formynd fyri fólkini, sum hann er Borgarstjóri hjá. Meir nýtist tað faktist ikki at vera. Tosað sakliga við fólkið, vís virðing fyri teimum og annars tá tú ert komin heim til húsar aftur - kanst tú halda áframm við at vera eitt reyvarhol.
Brúka eitt sindur av pengum - fyri at tjena eitt sindur av pengum ..!
Tað er faktist ein góð motto at hava um tú ætlar tær í politikk. Tú skalt minnast til, at tú brádliga fer at fáa eina mánaðarløn uppá góðar 40-50.000,00 kr um mánaðin og tá er tað heldur ikki so tossutt, um tú nú brúkar eitt sindur eyka uppá plakatir, lýsingar o.a. undan einum Løgtingsvalið. Og ver til reiðar, at sverta allar hinar politikkarnir út á einum opnum palli. Serliga er tað gott - um tú hevur gjørt títt heimaarbeiðið, har tú kanst taka ein mótstøðumann niður við buksunum - á einum palli við skítfullum av áskoðarum.
Sjálvur lovaði eg bert ein ting, tá ið eg stillaði upp seinast og tað varð at Sea Shepherd skuldi burturbeinast frá Føroyum. Slapp eg inn ..? Nei, tað skalt tú bannað tær uppá, at eg IKKI slapp - men hey, eg helt hvat eg lovaði og tískil so eri eg ikki nakar serliga góður politikari.
JáH (y) 13.02.2018