Fýra kranar verða settir upp í kommununi
Á býráðsfundinum í desember varð samtykt at keypa fýra kranar at seta upp á ymiskum økjum á havnarløgunum í kommununi.
Brúkarar av havnarløgunum, serliga smærri útróðrarbátar, hava í longri tíð havt eitt ynski um, at smærri kranar verða settir upp, soleiðis at tað gerst lættari hjá eitt nú smábátum at fáa fisk á land. Eftir ætlan verða kranarnir settir upp í samráð við teir brúkarar, ið eru á Stongunum, á vestara havnalagi, bátahylinum í Borðoyarvík og í bátahylinum í Árnafirði.
Hetta er ein góð og ómakaleys loysn, sum eisini verður brúkt aðrastaðni í Føroyum.
Kranarnir kunnu lyfta 500 kg úti á 5 metrum.
Klaksvíkar Kommuna 30.12.2020
Tað hevur gingið 3 ár at seta ein krana upp og hesin er settur upp á vestara havnalagnum við NFCS og so er brennandi spurningurin, kann kranin brúkast? og hvussu nógv er hann brúktir í 2023 síðani at hann er tikin í nýtslu?
Pápin til hesar kranarnar eru Jógvan Skorheim og Tummas Lervig, men tað sum tykist løgi, hví hoyra vit onki frá Klaksvíkar Kommunu um hesar kranarnar? hví hava Dávur Winther, John Mortensen og Fríða Næs ikki verið og tikið myndir av krananum? og hví hevur borgmeistarin Karl Johansen ikki hildu røðu og klipp snórin til hetta stóra frambrot á vinnuøkinum í býnum í 2023?
Eg spyrji bara og er ætlanin at seta hinar 3 kranarnar upp?
Símun á Høvdanum