
Nei síðan, teir sum eru ímóti at broyta rættarfyrivarnið við EU vunnu greitt. Valúrslitið gjørdist hetta, 53,1 prosent atkvøddu NEI og 46,9 prosent atkvøddi JA.
Stóri sigursharrin aftur hesaferð gjørdist Danski Fólkaflokkurin, sum stóð á odda fyri NEI síðuni. Hetta er triðja valið á rað, at Svend Thuelsen Dahl gerst stóri sigursharrin í donskum politikki. Hesaferð saman við Einheitslistanum, Liberal Alliance og so fólkafylgingini ímóti EU.
Valluttøkan gjørdist 72 prosent og tað er sera gott, tá ið hugt verður eftir, at hetta var ein fólkaatkvøða.
SáH