Har má ein býtislykilin gerast, har økini runt landi eisini fáa sín part av teimum 20,2 millióninum.
Ein loysn av býtislyklinum kundi verið hendan, at 40% blivu játtaðir til Visit Faroe Island, 10% til Visit Norðoy, 10% Visit Eysturoy, 10% Visit Streymoy, 10% Visit Vágar, 10% Visit Sandoy og 10% Visit Suðuroy.
Í pengum hevði býtislykilin verið hesin:
Visit Faroe Island 8.080.000,00 kr.
Visit Norðoy 2.020.000,00 kr.
Visit Streymoy 2.020.000,00 kr.
Visit Vágar 2.020.000,00 kr.
Visit Sandoy 2.020.000,00 kr.
Visit Suðuroy 2.020.000,00 kr.
Hetta hevði bøtt munandi um fíggjarligu støðuna hjá teimum sum arbeiða við ferðavinnuni runt landi og hetta hevði eisini gjørt tað, at býtið bleiv meira rættvíst og at útjaðarin eisini fekk sín part av køkuni og á tann hátt bleiv meira sjónligur.
Taka vit Visit Norðoy sum dømi, so kundi pengarnir verið brúktir til marknaðarføra Norðoyggjar enn meira og vit á tann hátt fingu enn fleiri ferðafólk til Norðoyggjar.
Vit her norðuri hava hópin av tiltøkum ígjøgnum alt árið, eitt nú Torradagar, Norðoyastevnan, Summarfestivalurin, Sjómannadagar við meira og við hasari játtanini kundu vit lýst enn meira og møguliga sett onnur tiltøk á skrá, tí eitt vist, at Visit Faroe Island setur ongin tiltøk ígongd í Norðoyggjum.
Umsitingarliga skuldi tað ikki verið nakar trupuleiki, samlaða játtaðin uppá 20,2 milliónir vera settar av á fíggjarlógina 2023 og við tí treyt at hon verður býtt út til útjaðaran eftir býtislyklinum omanfyri.
Hetta er eisini í tráð við samgonguskjali, har stendur: "Ferðavinnuvirksemið skal skipast í samstarvi við fólk á staðnum, sum eisini skal fáa ágóðan av ferðavinnuvirkseminum í økinum. Tá ið gjald verður tikið fyri vinnuliga
ferðavinnu, skal tryggjast, at peningurin liggur eftir í lokaløkinum".
Vónandi fer samgongan at fáa hendan ójavnan burtur á fíggjarlógini 2023 og lat okkum taka tykkum uppá orðið, "Saman standa vit sterk".
Símun á Høvdanum