Útróðurin hevur verið álitið hjá mongum føroyskum familjum upp gjøgnum tíðirnar, og føroyingar nýtast ikki at hyggja longri enn eitt ættarlið aftur, fyri at síggja hvussu stóran týdning ið útróðurin hevur havt fyri menningina her á klettunum.
Hóast talið av útróðrarbátum og útróðrarmonnum er lækkandi, eru tó enn nakrir sum reka útróður við snellu og línu.
Í 2011 umsat Sambandið fiskivinnumál, við Jóhan Dahl sum fiskimálaráðharra. Eftir einari nátt vórðu beinini feiðaði undan stórum parti av útróðrarmonnunum, serliga snellumonnunum, tá treytirnar fyri at kunna kalla seg fultriknan útróðrarbát vóru herdar so nógv, at ongin snellubátur hevði skuggan av møguleika at koma uppá tað kravda avreiðingarvirðið.
Arbeitt hevur verið við at broyta hesar treytir aftur, men enn er ikki komið á mál.
Eitt tað fyrsta ein nýggj samgonga má í holt við er at broyta hesi viðurskifti, so at tað aftur verður gjørligt at verða fultrikin snellumaður.
Fyri tað fyrsta skal markið broytast, so at tað ikki er tengt at veiðuvirðinum, tí tá er tað bæði tengt at nøgdini og prísinum. Stendur tað upp til mín, so venda vit aftur til gomlu skipanina, har tú skuldi veiða nøkur tons pr. mann fyri at kalla teg fultriknan.
Fyri tað næsta skulu allir fultriknir útróðrarbátar hava egnar dagar, meðan restin av útróðrarflotanum kann hava felagsdagar at fiska av.
Fyri tað triðja mugu treytirnar fyri at fáa mánaðarligan minstaforvinning broytast, so at lagaligari verður at fáa úr skipanini, serliga hjá teimum sum reka snelluveiðu, tí henda veiðan er serliga útsett fyri longum uppiløgum, tá vetrarnir eru kargir og ikki er klúgvandi í mánaðir. Hetta er tó upp til Trygdargrunnin at gera reglar um, men um eg fái møguleikan ætli eg mær at brúka mítt mandat til at leggja trýst á hesa skipan, soleiðis at vit fáa broytt hesi viðurskifti, á sama hátt sum vit fingu minstulønina upp herfyri.
Trygdargrunnurin
Trygdargrunnurin veitir minstuløn og minstaforvinning til sjómenn og útróðrarmenn. Grunnurin verður fíggjaður við at sjómenn og útróðrarmenn sjálvir gjalda inn til grunnin, og síðani tekur stýrið fyri grunnin ið er mannað við fólki úr manningarfeløgunum og frá reiðarunum støðu til, hvussu útgjaldið skal skrúvast saman.
Í fyrispurningi frá undirritaða í Løgtinginum herfyri kom fram, at fæið í grunninum veksur við rúkandi ferð, og er við ársenda í ár útivið 100 mió kr. Somuleiðis kom fram, at ein ótrúliga stórur partur av tí sum kemur inn á hvørjum ári ferð til umsiting av grunninum sjálvum.
Eg eri sannførdur um at vit eiga at hava eitt vakið eyga við hesum grunni, tí tað er ikki í lagi at alsamt størri partur av inngjaldinum ferð til at løna teimum sum umsita grunnin. Eisini kann man av røttum seta spurnartekin við, um tað er í lagi at fæið veksur við 10 mió kr á hvørjum ári, tá vit hava havt søguliga lágt fiskarí eftir botnfiski, og tørvurin á minstuløn og minstaforvinningi tí átti at verið stórur.
Botnfiskaflotin við Føroyar
Fiskiskapurin við Føroyar hevur verið søguliga lágur í nógv ár nú, men tíbetri eru greið tekin um at gongdin vendur í løtuni.
Gongdin seinastu árini hevur verið tann, at fleiri og fleiri skip úr øllum skipabólkum savnast á alt færri hondum. Somuleiðis verða skip og virkir tengd alt meiri saman. Hetta er ikki ein heppin gongd í mínum eygum, sum í alt ov stóran mun merkir at fiskimaðurin, veiðuliðið, fær ov lítið fyri fiskin ið veiddur verður.
Harafturat geva vit í dag virkjunum á landi ein politiskan ásettan fyrimun, við at vit tvinga skipini til ikki at landa meiri enn eitt ávíst í útlandinum, nakað sum fiskimaðurin betalur prísin fyri í dag.
Tá nýggj fiskivinnuskipan nú skal gerast, hava vit eina stóra uppgávu fyri framman at tryggja at fiskimaðurin fær so nógv burturúr sum gjørligt. Vit mugu ásanna, at fiskimaðurin er tann sum slítur seg sundur fyri at fáa fiskin uppá land, har vit onnur so eisini hava møguleikan at vinna okkum nøkur oyru burturúr honum, við at víðarivirka hann.
Vit eiga í samband við nýggju fiskivinnuskipanina at áseta og handheva, at skipini skulu aftur á fleiri hendur enn tey eru á í dag.
Somuleiðis skulu vit áseta, at útlendingar ikki skulu eiga ov stóran part av fiskivinnuni, samstundis sum skattalógin má broytast, soleiðis at gjøgnumskygni er í, og vit forða fyri at útlendingar fara avstað við yvirskotinum í vinnuni.
Eisini eiga vit at áseta, at allur botnfiskur skal seljast um uppboðssølu, fyri at tryggja at fiskimaðurin fær tað sum hann eigur, og hámark skal setast á hvussu nógv uppboðssølan krevur afturfyri at selja fiskin. Samanmeta vit okkum við eitt nú Ísland á hesum øki, er provisiónin til uppboðsøluna ómetaliga nógv hægri her.
Afturat hesum eiga vit í samráðingum við onnur lond at tryggja okkum munandi meiri botnfisk í býti við uppisjóvarfisk. Eitt nú at býta svartkjaft við Føroyar um við tosk í Grønlandi, og at býta makrel við Føroyar um við tosk í Noreg og Ruslandi.
Stríðast fyri fiskimanninum
Nú val er í hondum eiga vit at seta sjóneykuna á sjómenn og útróðrarmenn, sum eru teir ið breyðføða tjóðina.
Eg vil virka fyri at fiskimaðurin fær munandi betri sømdir enn hann hevur í dag. Eg vil verða rødd teirra, ið dagliga seta lív sítt í váða í stríðnum við veður og streym, fyri at halda landinum uppi.
Brandur Sandoy, Valevni fyri Fólkaflokkin