Koronukreppan hevur havt nógvar avleiðingar. Tær merkjast eisini í búskapinum, og hevur tað havt uppsagnir við sær, serliga í tænastu- og ferðavinnuni. Ein aldursbólkur, ið er hart raktur, eru tey ungu. Í svari til § 52a fyrispurning nr. 82 kundi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum t.d. vísa á, at tann 12. mai 2020 var ein triðingur av teimum í COVID-19 stuðulsskipanini hjá ALS undir 30 ár.
Ein vandi kann nú verða, at ungfólk leita sær uttanlands at arbeiða ella lesa, orsakað av avmarkaðum møguleikum her heima.
Í samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær fyri, at vit skulu menna og styrkja útbúgvingarmøguleikarnar. Eisini hevur Løgtingið samtykt ein lærlingafrádrátt, ið samgongan eisini setti sær fyri í samgonguskjalinum, ið skal lætta um hjá lærlingum, og samstundis gera tað meira áhugavert at velja eina yrkisútbúgving.
Tískil hevði verið áhugavert at fingið svar uppá, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at økja um lestarplássini, og tað innan allar greinar, og hvussu nógv eru tøk í løtuni til komandi skúlaár.
1. Hvussu nógv tøk lestrarpláss eru til miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar fyri komandi skúlaár?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at økja um lestrarplássini innan hesar útbúgvingar?
Viðmerkingar:
Beinir Johannesen
Løgtingsmaður
Fólkaflokkurin